Innanlands

Vatnkríggj í Klaksvík

Klokkan 19 verður stórt vatnkríggj á vágni

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-08-17 15:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 19 er stórt vatnkríggj millum bátar og skip á vágni í Klaksvík.

Hetta er í sambandi við Sjómannadagin, sum verður hildin í Klaksvík í morgin.

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum. 

Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá sjóverjuskipið Brimil blæsur tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.

Men fyrst, klokkan 18, verður fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir. Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggjað á bryggjuni.

Øll skráin til sjómannadagin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder