
Broytingar eru í eigaraviðurskiftinum í Sp/f Knassum, sum rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar.
Varðin-samtakið hevur nú keypt allan partapeningin í felagnum og brøðurnir Niklái og Jón Nysted eru keyptir út.
Eisini er fráfaringaravtala gjørd við teir báðar. Tað merkir, at teir ikki verða knýttir at felagnum longur.
Varðin setti pengar í Sp/f Knassar á fyrsta sinni í 2013, tá Portalurin varð keyptur frá Føroya Tele. Seinastu árini hevur Varðin átt helvtina av partapeninginum í Knassum, men við nýggjastu broytingini eigur Varðin øll partabrøvini í felagnum.
Ársúrslitið í fjør var ikki nøktandi og vísti eitt hall upp á 1,1 millión krónur. Havast skal tó í huga, at felagið leggur um til álmannakkaár sum roknskaparár.
Eginognin er negativ við 6,3 milliónum krónum. Skuldin í felagnum er 8,5 milliónir krónur.
Tað er ikki nøktandi, og neyðugar tillagingar eru gjørdar í rakstrinum. Leiðslan væntar eitt yvirskot í 2025.
Ingvør Dalbø Mikkelsen er nevndarforkvinna í Sp/f Knassar. Bárður Kass Nielsen og Tórheðin Jónsveinsson Jensen eru nevndarlimir.
Stjóri í Sp/f Knassar er Bárður Kass Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald