Innanlands

Valfundur: Integrasjón í Føroyum - Integration in the Faroe Islands

SamFelagið skipar fyri tiltakinum, sum verður klokkan 19 í annaðkvøld í Løkshøll

David Im, integrasjónsamskipari á Útlendingastovuni, hevur framløgu

David Im, integrasjónsamskipari á Útlendingastovuni, hevur framløgu

2019-08-21 22:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkasamansetingin í Føroyum broytist spakuliga, tí talið av útlendingum er vaksandi. Størsti parturin er arbeiðsmegi, ið kemur til Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið, men ein vaksandi partur úr Asia og Afrika flytur eisini til Føroya at virka og liva. Fesk gransking vísir, at fleiri teirra hava trupult við at finna seg til rættis á arbeiðsmarknaðinum og sosialt. Tí spyrja vit til valfundin: Hvussu eiga vit sum samfelag at fyrihalda okkum til tað?

Eisini fáa samfelagsfrøðingar og áhoyrarar høvi at seta politisku valevnunum spurningar um onnur viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvar krossurin skal setast á komandi løgtingsvali.

HESI VALEVNI LUTTAKA:
Annika Olsen, Fólkaflokkurin
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsflokkurin
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin
Jógvan Skorheim, Sjálvstýri
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Arnfinn á Birtuni, Framtakið
Hjalmar Zachariassen, Føroyaflokkurin

SKRÁIN:
19.00: Orðstýrarin bjóðar vælkomin
19.10: Elisabeth Holm hevur framløgu við heitinum: “Arbeiðsgevarar kundu brúkt okkum, men tað gera teir ikki”
19.25: David Im hevur framløgu við heitinum: Tilflyting til Føroya: val og avbjóðingar í einum smásamfelagi
19.40: Valevnini fáa orðið
20.00: Kjak og spurningar frá áhoyrarum og orðstýrara
20.30: Samfelagsfrøðingar spyrja um ávís mál, tey halda hava týdning fyri valið og borgaran. Onnur eru eisini vælkomin at seta spurningar.

Orðstýrari verður Rebekka Manuela Behrens.

- SamFelagið


ENGLISH VERSION:

The Faroese population is becoming more diverse. In the past years, the number of newcomers has increased rapidly. With growing employment opportunities, the number of EU-labour migrants with no previous ties to the Faroe Islands is increasing. Yet, what is more striking is the significant influx of female migrants from countries in South East Asia such as the Philippines and Thailand. The growing diversity during the last decade has prompted the emergence of integration policy in the Faroese political discourse, raising the questions: Are the Faroe Islands prepared for multiculturalism? And how does one ensure that new arrivals are able to settle into a society that has historically been highly homogeneous?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder