Innanlands

Val av nevndum á skránni í morgin

Tingfundur verður mánadagin kl. 11

Løgtingið varð sett farna mánadag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgtingið varð sett farna mánadag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-19 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farna mánadag varð nývalda tingið sett, og í morgin kemur tingið aftur saman at velja nevndir.

Sjey limir og sjey varalimir skulu veljast í Fíggjarnevndina, Uttanlandsnevndina, Vinnunevndina, Trivnaðarnevndina, Mentanarnevndina, og Rættarnevndina.

Tríggir limir og tríggir varalimir skulu veljast í Landsstýrismálanevndina, fýra løgtingsgrannskoðarar skulu veljast, og eisini skulu limir veljast til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið, sum skulu hava ávikavist tveir og seks limir úr Føroyum.

Á seinasta løgtingsfundi varð nýggi formansskapurin í løgtinginum valdur. 

Sí eisini: Myndir: Nýggja tingið sett

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum er nýggjur løgtingsformaður, meðan næstforfólkini eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum.

Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder