Innanlands

Vaksinan ið kemur í kvøld fer til endurkoppseting

Óvissa um veitingina er orsøkin til at annað prikið verður framskundað

Nú verður farið at endurkoppseta tey tey fyrstu, sum vórðu koppsett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nú verður farið at endurkoppseta tey tey fyrstu, sum vórðu koppsett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-03 15:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld kemur aftur ein kassi við koppsetingarevni frá Pfizer/BioNTech til landið. Men flestu av hesum skamtunum – umleið 1.300 í tali – verða brúktir til annað prikið hjá teimum, sum longu eru koppsett einaferð.

Tað boðar koppsetingarbólkurin frá í dag um vegis Heilsumálaráðið.

Ætlanin var annars at brúka hesa sendingina til nýggjar koppsetingar. Men koppsetingarbókurin, ið varðar av koppsetingarætlanini, gjørdi á fundi í gjár av at broyta ætlanina, og í staðin fara undir endurkoppsetingarnar.

Orsøkin er vaksandi óvissa um veitingarnar av vaksinu næstu tíðina.

Eftir eru umleið hundrað fólk í bólkunum 3 og 4 í koppsetingarætlanini og koppsetingarkunngerðini at fáa fyrstu koppsetingina. Tað eru sjúklingar, sum eru í viðgerð, og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir og avvarðandi. Hesi verða koppsett nú.

Tey, ið eftir ætlan skuldu hava fyrstu koppsetingina nú, eru í bólki 5 í koppsetingarætlanini og koppsetingarkunngerðini. Tað eru fólk, sum hava fylt 65 ár, og sum fáa røkt og hjálp heima. Hesi mugu tó bíða eitt sindur.

Í koppsetingarbólkinum harmast tey um, at hesi nú mugu brynja seg við toli eina tíð afturat, men stigið er neyðugt at taka fyri at tryggja, at annað prikið ikki kemur ov seint, og koppsetingin tískil møguliga ikki fær fullan virknað.

Tíðin fyri næsta prikinum nærkast nevniliga hjá teimum, sum stóðu fyrst fyri at vera koppsett. Koppsetingarbólkinum heldur tí, at tað er ov váðiligt at bíða longur, tá tað er so óvist, nær næstu sendingarnar av koppingarevni kunnu væntast.

Í Danmark, haðani vaksinan til Føroya kemur, hava tey longu tikið fyrilit fyri hesum, og eru farin undir annað koppsetingarumfar. Danska heilsustýrið mælir nú eisini til, at fólk verða endurkoppsett tríggjar vikur eftir fyrstu koppsetingina. Tað er eisini tað, sum Pfizer/BioNTech sjálvt mælir til, men kortini hava tilmælini frá heilsumyndugleikunum í bæði Danmark og Føroyum síðani ársskiftið verið seks vikur. Hetta fyri skjótt at fáa koppsett og vart so nógv fólk í vandabólkum, sum til ber.

Tó at tað illa ber til at siga nakað við vissu, verður enn væntað, at trupulleikarnir við óvissu um veitingarnar fara at verða loystir, sum veturin fer at halla. Alsamt fleiri vaksinur verða nevniliga góðkendar og koma á marknaðin, og veitingarnar av teimum, sum longu eru har, væntast at gerast meira støðugar.

Í sambandi við broyttu koppsetingarætlanina er koppsetingarkalendarin dagførdur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder