Innanlands

Vágshøll letur uppaftur í september

Í summar hevur eitt størri arbeiði verið í Vágshøll, har gamla gólvið er skift.

2026-08-29 12:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri góðum ári síðani var ein størri vatnskaði í Vágshøll. Vatnið gjørdi millum annað skaða á gólvið í høllini, og neyðugt varð tí at skifta gólvið. Arbeiðið varð fyriskipað í vetur, og farið varð undir tað, tá hondbóltsárið var av og størri tiltøkini í høllini vóru farin afturum.

Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ovasta lagið verður skjótt lagt á, og síðani verður gólvið strikað upp.

Nýggja gólvið er blátt á liti og strikað verður upp til 17 banar til ymiskar ítróttargreinar. Gólvið er av sera høgari góðsku - eitt kombi-elastiskt ítróttargólv av slagnum PW18 við biopads+ og Pulastic ECO 70. Gólvið uppfyllir ítróttarkrøvini til EN14904 typu C3. Gólvið eitt er flótandi plátugólv á bleytum gummiklodsum og bleytum gummiundirlagi.

Nú seinasta hond verður løgd á arbeiðið, er ætlanin, at Vágshøll letur upp aftur mánadagin 7. september.

Við nýggja gólvinum verður Vágshøll aftur klár til eitt nýtt ítróttarár og til tey mongu tiltøkini og virksemið, sum høllin er karmur um gjøgnum árið.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder