- Vit vilja fegin stuðla teimum starvsfólkum, sum ynskja at menna sínar førleikar. Við hesum vilja vit bæði stuðla um fíggjarligu karmunum hjá starvsfólkunum og styrkja tilboðið til børn og familjur í kommununi.
Hetta sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, í sambandi við at kommunan nú hevur avgjørt at bjóða starvsfólkum hjá kommununi møguleikan at fáa løn undir útbúgving.
Hetta um tey velja at taka útbúgvingina námsfrøðihjálpari á Heilsuskúla Føroya.
Avgerðin er tikin fyri at styrkja fakliga førleikan hjá starvsfólkunum og samstundis tryggja, at kommunan eisini framyvir hevur væl útbúgvin starvsfólk á dagstovnaøkinum, skrivar vagur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald