
- Nú summartíð er, og borgarstjórin, Bjarni Prior, er í feriu, røkir varaborgarstjórin, Jóanis Albert Nielsen, almennu uppgávurnar, sum stinga seg upp næstu tvær vikurnar.
Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari í dag, fríggjadagin 18. juli.
Jóanis Albert Nielsen úr Sandavági er í gongd við sína aðru setu í Vága kommunu. Til valið í november í fjør fekk Jóanis Albert Nielsen 118 atkvøður, ið var næstflest í kommununi.
Nú fær bankamaðurin, ið eisini er virkin sum miðlamaður á jn.fo, seg royndan til almenn tiltak.
Mánadagin verður almenn móttøka fyri føroysku bogaskjúttunum sum hava vunnið fleiri heiðursmerki í bæði einstaklinga- og liðkappingum á Oyggjaleikunum. mánadagin 21. juli klokkan 19. Móttøkan verður í hølunum hjá Vágaskot í Miðvág, skrivar vaga.fo.
Skrivstovan hjá Vága kommunu er somuleiðis stongd inntil mánamorgun 4. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald