Innanlands

Vága kommuna: Fleiri fáa lut í systkinafrádráttinum

Reglugerðin sigur nú, at systkin eru lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá antin faðir ella móðir, ið hevur foreldramyndugleikan, og/ella ættleidd systkin, stjúksystkin, ið hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum.

Til kappróður í Miðvági

Til kappróður í Miðvági

2020-12-26 23:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á ársins seinasta býráðsfundi, ið var tann seinasti hjá sitandi býráð yvirhøvur, vórðu gjørdar smærri broytingar í reglugerðini fyri foreldragjald. Hetta var eftir áheitan frá borgarstjóranum, 

Broytingin umfatar systkinafrádrátt og gevur við hesum broytingum fleiri møguleikan fyri at fáa frádrátt – eisini stjúksystkin.

Reglugerðin sigur nú, at systkin eru:

  • Lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá antin faðir ella móðir, ið hevur foreldramyndugleikan.
  • Ættleidd systkin, stjúksystkin, ið hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum.

Til tess at fáa systkinaavsláttur skal barnið búgva í Vága kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum, sama hvørt barnið býr javnt nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fata um børn, ið ganga í barnagarði og í frítíðarskúla sambært dagstovnalógini.

Býráðið einmælt samtykti at broyta reglugerðina, og er hon nú dagførd á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

Vága kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder