Innanlands

Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli

- samanborið við 1,4 mió.kr. í avlopi undanfarna árið. Nýggja farstøðin fer væntandi í útboð móti sumri næsta ár

(Mynd: FAE)

(Mynd: FAE)

2026-04-23 16:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í 2025 gjørdist talan um methøgt virksemi hjá Vága Floghavn, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi.  Í árinum ferðaðust 461.054 fólk um flogvøllin, og er hetta 3,8% meira enn tey 444.035, sum fóru um flogvøllin í 2024.  Eisini setti nøgdin av farmi met, tí tey góðu 8.400 tonsini, sum fóru um flogvøllin, eru umleið 16% fleiri enn tey góðu 7.200, sum fóru um flogvøllin í 2024.

Hækkandi ferðafólkatalið og farmanøgdin hava sum vera man jaliga, ávirkan á inntøkur felagsins.  Samstundis er tað ein sannroynd, at útreiðslurnar hækka lutfalsliga nógv, bæði orsakað av vaksandi virkseminum, eins og tørvinum at laga felagið til enn størri vøkstur.  Umframt hetta kemur, at krøvini til at reka floghavnarvirksemi støðugt gerast strangari, og harvið kostnaðarmiklari.  Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið er vaksið rættiliga nakað, men bæði starvsfólkakostnaðir, avskrivingar og fíggjarligu kostnaðirnir eru samstundis hækkaðir nakað meira.  So hóast bruttoúrslitið fór úr 56.833 t.kr. í 2024 upp í 62.553 t.kr. í 2025, so gjørdist talan um lutfalsliga stórt hall.

Vaksandi virksemið krevur fleiri hendur og harav hækkandi starvsfólkakostnað.  Afturat hesum koma munandi vaksandi fíggjarligir kostnaðir, nú stórar íløgur verða gjørdar, eins og at avskrivingarnar vaksa samsvarandi.

Vága Floghavn er í gongd við stórar íløgur og aðrar eru komandi.  Sum partur av kritiska undirstøðukervi Føroya hevur Vága Floghavn serliga ábyrgd at tryggja, at fólk og farmur til eina og hvørja tíð hava møguleika at koma og fara loftvegis.  Hetta hevur eisini ávirkan á, hvussu felagið raðfestir, tá støða skal takast til, hvussu tøku miðlar felagsins verða nýttir.  Somuleiðis setur hetta krøv til inntøkugrundarlagið sum skal til, fyri at veita hesa trygd.  Í hesum sambandi avgjørdi Vága Floghavn í fjør at broyta nýtslugjøldini kravd verða inn fyri tær tænastur felagið veitir.  Broytingin kom í gildi tann 1. apríl í ár.  Felagið má støðugt hyggja at inntøkugrundarlagi sínum og tryggja, at tað er ført fyri at standa við omanfyri nevndu ábyrgd.

Um rakstur felagsins fyri árið kann annars sigast, at starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu úr 39.680 t.kr. upp í 46.199 t.kr., og rakstrarkostnaðirnir fóru úr 30.146 t.kr. upp í 32.222 t.kr.  Avskrivingarnar fóru úr 15.823 t.kr. upp í 20.080 t.kr.  Skuld felagsins veksur skjótt, og tað hevur stóra ávirkan á fíggjarligu útreiðslurnar, sum í árinum vóru 16.707 t.kr., í mun til 10.318 t.kr. fyri 2024.  Samanumtikið gjørdist talan um hall á 9.411 t.kr., í mun til avlop á 1,4 mió.kr. fyri 2024.

Við stóra tørvinum á íløgum og kostnaðarmiklum viðlíkahaldi í huga er eyðsæð, at Vága Floghavn hevur fyri neyðini at hava støðug nøktandi úrslit, tí annars er møguleiki neyvan fyri alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum.  Sum dømi kann nevnast, at flogbreytin varð asfalterað í árinum, vendiplássini víðkað og ljósskipanin skift til LED.  Arbeiðið kostaði umleið 100 mió.kr.

Tað er tí eyðsæð, at úrslitið fyri 2025 ikki er nøktandi.

Vága Floghavn hevði í fjør eina verkætlanarkapping um nýggja farstøð.  Vinnandi toymið við SMJ á odda er nú í gongd við at projektera, og væntandi kann verkætlanin fara í útboð móti sumri komandi ár.

Væntanir fyri 2026
Vága Floghavn hevur góðar vónir fyri 2026, og líkindi eru til, at virksemið aftur setir met í 2026, bæði viðvíkjandi ferðafólkatali og farmi.  Fyrsta partin av árinum er gingið væl, og eftir tí vit frætta frá flogfeløgunum bendir á, at bókingarnar fyri komandi tíðina eru fleiri enn undanfarin ár.  Tað vænta vit fer at síggjast aftur, sum árið líður.

Á aðalfundi felagsins vórðu aðalfundarvaldu umboðini í nevndini afturvald, og hevur nevndin skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.  Nevnd felagsins er mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Egil B. Joensen og Tórstein á Steig eru starvsfólkavald umboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder