Innanlands

Væntar at koronavandin er av á ólavsøku

- Eg vænti, at tað mesta er yvirstaðið á ólavsøku, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, um covid-19 sum hevur ávirkað meginpartin av 2020

Lars Fodgaard Møller (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-25 15:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landslæknin væntar, at vit kunnu halda ólavsøku sum vit plaga í summar. Tað sigur hann í samrøðu við útvarpið í sendingini Koronakrákan, sum verður send í morgin seinnapart.

- Vit skulu nú í gongd við at koppseta. Kanska áðrenn nýggjár - alt eftir hvussu nógvar skamtir vit fáa.

- Og eg vænti, at tað mesta er yvirstaðið á ólavsøku. Tá haldi eg at vit øll treingja til eina góða veitslu, sigur Lars Fodgaard Møller við útvarpið.

Heilsumálaráðið segði í tíðindaskrivi fyri nøkrum døgum síðani, at fyrstu koppsetingarnar í Føroyum sannnlíkt verða ein av fyrstu døgunum í nýggja árinum.

Tilsamans 567 fólk hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og í løtuni eru 41 av teimum positiv við smittuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder