Innanlands

Vælveruøki við sauna við Sjógv klárt í summar

Økið við áarósan er partur av størri ætlan, sum arbeitt verður við í Kollafirði

2026-04-22 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í summar kann roknast við at kunna uppliva eitt vælveruøki við saunagosi við Sjógv í Kollafirði.

Tað eru Árni og Kitty Laksáfoss, sum í dag boða frá, at tey hava fingið byggiloyvi til eitt projekt við saunagosi nærhendis ósan við Sjógv.

- Vit fara nú beinanvegin í gongd við fyrireikingarnar, og vænta at kunna lata upp sauna við gusmeistara í juni ella juli í ár. Hetta verður eitt tilboð fyri bæði lokal og vitjandi, skriva tey bæði í fráboðan.

Vælveruøkið við áarósan við Sjógv er partur av eini størri ætlan, sum byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir við, sum umfatar bæði grønt øki og rættiliga umfatandi raðhúsa- og íbúðabygging við Sjógv.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder