Innanlands

Væl færri smittutilburðir úr útlondum enn væntað

Hvussu tað fer at ganga næstu dagarnar er trupult at siga, men tað hevur gingið væl á jólum, sigur landslæknin. Í løtuni er tamarhald á koronastøðuni

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-28 21:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur gingið væl á jólum við korona, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið í dag.

- Vit hava fingið væl færri tilburðir út útlondum enn vit høvdu væntað, nú nógv ferðast til Føroya á jólum. Teir fáu tilburðirnir sum eru komnir, hava vit funnið á flogvøllinum ella við kanning á sætta degi, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Í løtuni eru 47 fólk staðfest positiv við covid-19, og sambært landslæknanum er talan um eina stóra smittuketu og síðani fleiri smáar.

- Vit hava havt eina stóra smittuketu við 36 persónum yvir tríggjar vikur, og har koma framvegis onkrir nýggir tilburðir. Síðani hava vit fleiri smærri ketur við fólki, sum koma úr útlondum. Hesi smitta tey, sum tey búgva saman við, men síðani er tamarhald á tí, sigur landslæknin.

Hósdagin er nýggjársaftan, og tá kann væntast at nógv fara at savnast, men Lars Fodgaard Møller vónar, at tað nú fer at lætna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder