Innanlands

Útsettir borgarar fóru til hendurs

Hetta er brot á grovaru skilhaldsreglurnar, og kostar tveimum fólkum 3000 krónur í bót

2026-08-01 09:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan mátti leygarkvøldið upp í leikin, tá tveir mans fóru til hendurs í Køkubúðbrekkuni í Jóanesar Paturssonar gøtu í Havn.

Hendingin fór fram um hálvgun níggju tíðina leygarkvøldið, og løgreglan fekk sissað partarnar.

Men hetta kostar altso teimum báðum, sum fóru til hendurs. Tá man berjist kostar, og tað er brot á tær grovaru skilhaldsreglurnar. Tað vil siga 3000 krónur í bót hvør.

Talan var um "útsettar borgarar" sum løgreglan orðar seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder