Innanlands

Útselt upp á tíggju minuttir

Aftur hesaferð var gravgangur eftir dýrum dropum úr Klaksvík

(Mynd: Einar's Distillery)

(Mynd: Einar's Distillery)

2021-05-07 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

448 fløskur av væl umtóktum dropum frá Einar’s Distillery vórðu í morgun settar til sølu í Rúsunum kring landið umframt í Duty Free á flogvøllinum.

Eins og undanfarnu ferðirnar tá Føroya Bjór er komið við whisky, so gekk tað ikki stillisliga fyri seg í Rúsuni í Havn. Longu klokkan 9 stóðu fólk í bíðirøð, og tíggju minuttir aftaná Rúsan lat upp klokkan 10, varð útselt.

Hesaferð var talan um eina single cask, og tí komu bara 448 fløskur úr oloroso sherry fatinum. Alkoholstyrkin er 57,1 prosent.

Kostnaðurin var umleið 1.300 krónur fyri ein hálvan litur.

Hetta var triðju ferð, at whisky frá Einar’s Distillery er komið á hillarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder