Innanlands

Útlendingur verður mest sannlíkt sendur av landinum fyri at arbeiða ólógliga

Talan er um persón, ið hevur verið arbeiðsgevari innan ferðavinnuna

Tað er mest sannlíkt, at útlendingurin verður sendur úr Føroyum og fær forboð fyri at arbeiða her (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er mest sannlíkt, at útlendingurin verður sendur úr Føroyum og fær forboð fyri at arbeiða her (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-12 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina eru nakrir útlendingar, ið hava virkað sum ferðaleiðarar í Føroyum, skuldsettir fyri ólógligt arbeiði.

Nú er ein tikin fyri nakað líknandi - men fyri at vera arbeiðsgevari á ólógligan hátt.

Hetta er munandi meira álvarsamt enn at vera arbeiðstakari, greiðir løgreglan frá.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at persónurin varð tikin hósdagin og skuldsettur.

Hann fær stóra bót, og nú verður bíðað eftir boðum úr Danmark: Um viðkomandi skal útvísast ella ikki fyri ólógligt arbeiði.

Tað er mest sannlíkt, at útlendingurin verður sendur úr Føroyum og fær forboð fyri at arbeiða her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder