Innanlands

Útlendingur noktaði at lata seg kanna fyri korona

Maðurin, sum kom til landið umvegis flogvøllin í gjár, óttaðist kanningarháttin, men løgreglan fekk yvirtalað hann til at lata seg kanna

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-28 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein útlendskur maður, sum kom til Føroya umvegis Vága Floghavn í gjár noktaði at lata seg kanna fyri korona.

Maðurin fór av flogvøllinum uttan at verða kannaður, og hjá løgregluni fór nógv tíð við at finna fram til mannin, sum hevði innskrivað seg á einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum.

Eftir at hava tosað við mannin, kom løgreglan fram til, at tað var kanningarhátturin, sum maðurin óttaðist. Har maðurin er frá, verður mann nevniliga potaður gjøgnum nøsini og ikki sum her.

– Vit greiddu honum frá, at hann antin mátti lata seg kanna ella fara av landinum aftur. Tað er nakað, sum Landslæknin hevur sagt, og tað endaði við, at maðurin játtaði at lata seg kanna, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Maðurin varð síðani koyrdur vestur aftur á flogvøllin, har hann varð kannaður, og aftur til Havnar, so alt spældi væl av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder