Innanlands

Útflýggjaður til Svøríkis í dag

Fólk hjá løgregluni í Føroyum fara í morgun til Keypmannahavnar við svianum, sum í farnu viku varð handtikin í Føroyum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-25 08:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sviin, sum varð handtikin og varðhaldsfongslaður í farnu viku, fer av landinum í morgun.

Fólk hjá løgregluni í Føroyum fara við honum til Keypmannahavnar, og har taka fólk hjá svensku løgregluni ímóti honum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sviin varð handtikin fríggjadagin í farnu viku eftir áheitan frá svensku myndugleikunum, sum vildu hava hann útflýggjaðan til Svøríkis.

Føroya rættur staðfesti, at treytirnar fyri útflýggjan til Svøríkis vóru loknar, og gjørdi av at varðhaldsfongsla hann í eina viku. Í dag verður hann so útflýggjaður.

Sviin er undir illgruna fyri at hava framt sonevndan "persónfarligan kriminalitet” í Svøríki í mai. Revsiramman fyri brotini, sum hann skal hava framt, er sjey ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder