Innanlands

Útflutningurin til Russlands á sama støði sum áðrenn kríggið

Hagstovan hevur gjørt upp útflutningshagtølini fyri februar

Russisk skip við bryggju í Havn (Mynd: Jan Müller)

Russisk skip við bryggju í Havn (Mynd: Jan Müller)

2023-04-18 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski útflutningurin til Russlands er nú á sama støði, sum hann var áðrenn februar 2022, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni fyri føroyska útflutningin.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í februar var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 105,4 milliónir krónur. Í februar í fjør var útflutningurin 58,8 milliónir krónur.

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í februar var útflutt fyri 12,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri februar mánað.

Samlaði útflutningurin nærkast 13 milliardum

Hagstovan hevur júst gjørt føroyska útflutningin fyri februar mánað. Samanborið við 12 mánaða skeiði frammanundan, vaks virðið fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði trimum prosentum.

Útflutningur av laksi vaks við 831 milliónum krónum ella 17 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11.000 tons ella 13 prosent.

Næststørsti vøkstur er 'annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 807 milliónir krónur, ella 58 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 43 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 282 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent. Nøgdin vaks 6 prosent. 

Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder