placeholder
Uttanlands

USA: Vilja hava ríkisrættarmálið útsett

Republikanarar hava biðið um at fáa ríkisrættarmálið móti Donald Trump útsett, so hann fær meira tíð at fyrireika seg

Mitch McConnell, leiðari fyri republikanska minnilutan í Senatinum, heldur, at Donald Trump skal fáa meira tíð at fyrireika seg (Mynd: EPA)

Mitch McConnell, leiðari fyri republikanska minnilutan í Senatinum, heldur, at Donald Trump skal fáa meira tíð at fyrireika seg (Mynd: EPA)

2021-01-22 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin heittu republikanarar í amerikanska Senatinum á demokratar um at útseta ríkisrættarmálið móti Donald Trump.

Fyrrverandi forsetin er ákærdur fyri at hava eggjað til ófrið í Washington D.C. 6. januar.

Skotið hevur verið upp, at Umboðsmannatingið sendir ákærurnar víðari til Senatið longu í dag, men vónin hjá republikanarum er, at bíðað verður til 28. januar. Hetta so Trump fær tvær vikur afturat at fyrireika seg, tí hann hevur uppiborið eina rættvísa tilgongd, sigur leiðarin fyri republikanska minnilutan í Senatinum, Mitch McConnell.

Umbønin verður nú viðgjørd, sigur demokratiski senatsleiðarin, Chuck Schumer.

Sambært Ritzau eru fleiri demokratar sinnaðir at útseta ríkisrættarmálið.

Donald Trump verður fyrsti amerikanski forsetin, sum verður stillaður fyri ein ríkisrætt, eftir at hann er farin úr Hvítu Húsunum, og hann er eisini fyrsti forsetin, sum skal ígjøgnum tvey ríkisrættarmál. Fyrstu ferð var í 2019, tá hann varð ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt sum forseti fyri at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at geva sær upplýsingar um Biden.

Frammanundan hava bert tveir aðrir forsetar verið fyri einum ríkisrætti – Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1998. Báðir vórðu fríkendir.

Bæði republikanski og demokratiski flokkurin hava 50 umboð í Senatinum, og av tí at varaforsetin Kamala Harris hevur avgerandi atkvøðuna, hava demokratar í løtuni meiriluta í Senatinum.

Men í einum ríkisrættarmáli krevst ein meiriluti á tveimum triðingum fyri at finna forsetan sekan, og tí er neyðugt, at 17 republikanarar atkvøða við demokratunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder