Uttanlands

USA: Serfrøðingar stúra fyri avleiðingunum av Thanksgiving

Milliónir av amerikanarum ferðaðust aftur og fram í sambandi við Thanksgiving í farnu viku, og serfrøðingar á heilsuøkinum rokna við, at covid-19 ferð at spreiða seg meira komandi dagarnar

Ferðafólk á San Francisco International Airport í farnu viku (Mynd: EPA)

Ferðafólk á San Francisco International Airport í farnu viku (Mynd: EPA)

2020-11-30 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava flogfeløgini í USA flutt fleiri mió. ferðafólk heim, eftir at tey hava hátíðarhaldið Thanksgiving við familju og vinfólkum.

Undir vanligum umstøðum hevði hetta ikki havt nakað uppá seg, men fleiri serfrøðingar á heilsuøkinum stúra nú fyri, at covid-19, sum longu hevur gott tak á USA, kann spreiða seg enn meira komandi dagarnar.

Ein teirra er ovasti heilsuráðgevin hjá amerikanska stýrinum, Anthony Fauci, sum er vísur í, at talið á tilburðum fer at økjast komandi vikurnar.

Amerikansku heilsumyndugleikarnir og komandi forsetin, Joe Biden, hevur fleiri ferðir mælt amerikanarum til at verða verandi heima á siðbundna amerikanska halgidegnum, men tilmæli eru bert tað, og sambært CNN ferðaðust fleiri enn seks mió. amerikanarar umvegis floghavnirnar á Thanksgiving.

Tíðindastovan AP sigur seg eisini vita frá hagtølum hjá amerikonsku samferðslumydnugleikunum, at 800.000 – ein mió. ferðafólk um dagin hava ferðast umvegis floghavnirnar í USA seinastu vikuna.

Serfrøðingar mæla nú heimkomnu amerikanarunum til at gera alt, tey kunnu fyri at ansa eftir fólkunum rundanum seg. Sambært Anthony Fauci er tað nú enn meira umráðandi at brúka masku og at halda frástøðu.

Deborah Birx, ið stendur á odda fyri "the coronavirus task force" í Hvítu Húsunum, heldur, at mann sum útgangsstøði eigur at ganga út frá, at mann er smittaður, og heitir hon á fólk um at lata seg kanna ein av komandi døgunum. Til mann hevur tryggjað sær, at mann ikki er smittaður, eigur mann ikki at vera saman við persónum yvir 65 ár, sigur hon.

Jonathan Reiner, professari í medicini, sigur sambært DR, at avleiðingarnar av øllum hesum flogferðunum fara at merkjast um fáar vikur.

Sambært Johns Hopkins University hevur USA, ið hevur skrásett fleiri smittutilburðir og andlát, enn nakað annað land í heiminum, í løtuni skrásett 13,3 mió. smittutilburðir og gott 267.000 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder