Uttanlands

USA og Kina samd um at lækka tollin í 90 dagar

Frá 14. mai lækkar tollurin á vørur úr Kina og USA niður í ávikavist 30 og 10 prosent

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

2025-05-12 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Kina eru vorðin samd um at lækka tollavgjøldini á vørurnar hjá hvørjumøðrum í 90 dagar.

Tað framgongur í felags fráboðan í dag, eftir samráðingarnar, sum hava verið millum londini um vikuskiftið.

Á fundinum í Geneve vóru amerikanski fíggjarmálaráðharrin Scott Bessent og kinesiski varaforsætisráðharrin He Lifeng. Hetta var fyrstu ferð, at umboð fyri USA og Kina hittust at umrøða handil, síðan Trump legði fram tollgjøldini á útlendskar vørur fyrst í apríl.

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin sigur, sambært CNN, at tollurin lækkar 115 prosent.

Hetta merkir, at tollurin á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA, verður 30 prosent heldur enn 145 prosent, og at tollurin á amerikanskar vørur, sum verða innfluttar til kina lækkar úr 125 niður í 10 prosent. Hetta verður galdandi frá 14. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder