Uttanlands

USA: Løgreglufólk fara niður á knæ

– Vit eru við tykkum, segði løgreglustjórin í Flint, Michigan, tá hann helt røðu fyri mótmælisfólkunum um vikuskiftið

Løgreglufólk fara nður á knæ í Miami, Florida (Mynd: Scanpix)

Løgreglufólk fara nður á knæ í Miami, Florida (Mynd: Scanpix)

2020-06-01 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mótmælistiltøk hava spreitt seg um alt USA seinastu vikuna, eftir at George Floyd, ein 46 ára gamal littur maður  doyði undir einari handtøku seinasta mánadag.

Fleiri túsund fólk eru handtikin, og fleiri samanbrestir hava verið millum løgreglufólk og sivilfólk, men fleiri staðni í USA sær mann eisini løgreglufólk, sum fara niður á knæ frammanfyri mótmælisfólkunum fyri at vísa sín stuðul.

Hetta hevur mann m.a. sæð í býnum Flint í Michigan, har lokali løgreglustjórin, Chris Swanson helt eina røðu fyri mótmælisfólkunum, har gjørdi hann greitt, at løgreglan stuðlar borgarunum og tekur frástøðu frá tí, sum hendi undir handtøkuni av George Floyd. Røðan er vorðin deild um allan heimin.

– Einasta orsøkin til, at vit eru her er fyri at tryggja, at tit hava eina rødd. Tit mugu ikki halda, at hann (løgreglumaðurin, sum handtók George Floyd, red.) umboðar hesi løgreglufólkini frá okkara løgregludømi. Vit arbeiða fyri at hjálpa fólki, og ikki fyri at gera slíkt tvætl. Vit eru við tykkum, segði hann.

Fyrstu ferð fólk fóru niður á knæ fyri at mótmæla løgregluharðskap og rasismu var í 2016, tá Colin Kaepernick, fyrrverandi quarterback hjá San Francisco 49ers, fór niður á knæ undir tjóðsanginum.

Hetta var hansara máti at mótmæla løgregluharðskap móti littum amerikanrum á friðarligan hátt. Hesin mótmælishátturin hevur tó skapt øsing, og fleiri, m.a. amerikanski forsetin, Donald Trump, vilja vera við, at tað er ein háðan móti amerikanska flagginum og tjóðini.

Colin Kaepernick hevur verið uttan sáttmála síðan mars 2017.

Les eisini: 4.000 mótmælisfólk handtikin í USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder