Amerikanska uttanríkisráðið hevur nú givið boð til síni starvsfólk í Miðeystri, sum ikki eru alneyðug í økinum, um at koma heim. Talan er um starvsfólk og familju í londum sum Bahrain, Irak og Jordan.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan, og tað framgongur eisini í amerikansku ferðavegleiðingini fyri hesi lond.
Í nátt varð amerikanska sendistovan í Riyadh rakt av tveimum dronum. Eldur kom í bygningin, men hann var skjótt sløktur, og skaðarnir avmarkaðir. Sendistovan í Saudiarabia mælir fyribils sínum landsfólkum frá at koma á sendistovuna, skrivar dr.dk.
Frammanundan hevur USA givið sínum ríkisborgarum í Miðeystri boð um at fara úr økinum. Hetta er galdandi fyri londini Bahrain, Egyptaland, Iran, Irak, Libanon, Katar og Oman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald