
USA hevur framt bumbualop á trý kjarnorkuverk í Iran.
Tað skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í nátt í eini dagføring á egna sosiala miðli sínum, Truth Social.
- Vit hava avgreitt okkara sera væleydnaða álop á trý kjarnorkuverk í Iran, skrivar forsetin.
Tey trý kjarnorkuverkini, sum vóru mál fyri amerikansku álopunum, vóru, sambært forsetanum, verkini Fordow, Natanz og Isfahan.
- Ein full last við bumbum varð tveitt serliga á meginverkið, Fordow. Øll flogførini eru nú trygt á veg heim, skrivaði Trump.
Iranska sjónvarpsstøðin KAN sigur frá ónevndum iranskum embætisfólki, at amerikanska álopið varð samskipað við Ísrael.
Ónavngivin embætisfólk í Iran vátta eisini, sambært iranskum miðlum, at kjarnorkuverkini eru bumbað. Samstundis verður skrivað, at verkini ikki hava evni, ið kunnu elva til geisling.
Eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk sigur við Reuters, at USA brúkti B-2 bumbuflogfør til álopið.
Flogførini eru tey einastu, sum eru før fyri at sleppa og tveita sokallaðar ‘bunker buster’-bumbur.
Ein slík bumba vigar 13,6 tons og kann bora seg 61 metrar niður í jørðina áðrenn hon spreingist. Henda bumban verður mett sum kraftmiklasta vanliga vápnið yvirhøvur.
USA og Iran hava seinastu mánaðirnir ført samráðingar um eina semju um iransku kjarnorkuætlanina. Undir fyrsta embætsskeiði sínum, tók Trump seg úr avtaluni, sum tá var galdandi millum londini.
Gamla avtalan bar í sær, at Iran skuldi minka um nøgdina av ríkaðum utan, meðan USA afturfyri tók revsitiltøkini móti Iran aftur.
Síðan ósemjan millum Ísrael og Iran brast á, hava ongar samráðingar verið millum USA og Iran, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald