Uttanlands

USA ger ímóti boðunum frá Heimsheilsustovninum

Bíleggið ikki koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við fyrsta prik, eru boðini frá Heimsheilsustovninum – Kortini hevur USA keypt 200 milliónir skamtar frá Pfizer/BioNTech til at koppseta børn og geva eyka prik, um tað gerst neyðugt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-25 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tit skulu ikki bíleggja koppingarevni til triðja prik, tá onnur lond nóg illa eru komin í gongd við at geva sínum borgarum fyrsta prikið.

Tað eru boðini frá Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóra hjá Heimsheilsustovninum, WHO til tey ríkastu londini.

Summi lond bíleggja longu fleiri mió. skamtar til at geva eitt triðja prik, áðrenn heilsustarvsfólk og fólk í vandabólki í øðrum londum hava fingið fyrsta prik, segði hann fyrr í hesum mánaðinum.

Fleiri lond eru eisini farin í holt við at koppseta børn niður í 12 ára aldur, men Heimsheilsustovnurin hevur heitt á limalondini um í staðin at lata avlopsskamtar til Covax-átakið, sum skal lata koppingarevnið til fátæk lond, heldur enn at koppseta yngri aldursbólkar.

Kortini boðaðu Hvítu Húsini í Washington D.C. fyrradagin frá, at tey hava bílagt 200 mió. skamtar afturat av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.

Skamtarnir eru partir av fyrireikingunum til framtíðartørvin á koppingarevni, m.a. til børn undir 12 ár og møgulig eyka prik, um tað skuldi víst seg at verið neyðugt, sigur Jen Psaki, talsfólk hjá Hvítu Húsunum sambært DR.

Amerikanska stjórnin hevði eina avtalu við Pfizer/BioNTech um møguliga at keypa eyka skamtar, sum skulu latast í tíðarskeiðnum millum heystið 2021 og várið 2022. Harvið kemur samlaða talið á skamtum frá Pfizer/BioNTech til USA upp á 500 mió., og USA hevur longu fingið 208 mió.

USA hevur eisini tryggjað sær rættin til at keypa til eina dagførda útgávu av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, sum skal verja móti nýggjum koronafrábrigdum.

Tó hevur amerikanska stjórnin eisini bílagt 500 mió. skamtar til at lata øðrum londum. Talan er bæði um skamtar frá Pfizer/BioNTech, Moderna, Johnson & Johnson, og AstraZeneca.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder