Uttanlands

USA flytir inn hjá donsku verjuni í Nuuk

Konsulátið verður í sama bygningi sum høvuðsstøðin hjá Arktisk Kommando

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-28 09:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá USA í summar letur upp sendistovu í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, verður tað í leigaðum hølum hjá donsku verjuni.

Danski miðilin, altinget.dk, skrivar, at amerikanska sendistovan í fyrsta umfari skal halda til í hølunum hjá Arktisk Kommando á havnini í Nuuk, sum er høvuðsstøð fyri verjuni í Grønlandi og Føroyum.

Tað upplýsti komandi amerikanski konsulin í Grønlandi, Sung Choi, á einum telefontíðindafundi í farnu viku, tá USA eisini greiddi frá ætlanunum at veita Grønlandi 83 milliónir krónur í fíggjarligum stuðuli.

Danska verjumálaráðkvinnan hevur góðtikið leiguavtaluna við USA.

- Vit hjálpa okkara nærmastu samstarvsfeløgum – eins og tey hjálpa okkum. Stjórnin hevur góðtikið, at amerikanska konsulátið í Grønlandi í fyrsta umfari verður undir sama taki sum Arktisk Kommando, sigur Trine Bramsen, verjumálaráðkvinna við altinget.dk.

At byrja við verða fýra starvsfólk á amerikanska konsulatinum, tvey amerikansk sendifólk og tvey lokal hjálparfólk. Ætlanin er, at sjey fólk skulu starvast á konsulátinum, framgongur í eini frágreiðing, sum amerikanska uttanríkisráðið hevur latið kongressini. Roknað verður við, at konsulatið seinni kann flyta í onnur hølir í býnum, skrivar altinget.dk

Ísland er einasta land, sum í dag hevur konsulát í Nuuk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder