Uttanlands

USA broytir mannagongd: Skulu kanna heilsuna hjá flóttafólkabørnum

Tvey lítil børn úr Guatemala eru deyð seinasta mánaðan á amerikanskari jørð

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-26 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flóttafólkamyndugleikarnir í USA skulu nú kanna heilsuna hjá børnum sum koma til landið.

Eftir at tvey lítil børn úr Guatemala eru deyð, meðan flóttafólkamyndugleikarnir høvdu ábyrgdina av teimum, eru fleiri nýggj tiltøk sett í verk.

Eitt nú skulu flóttafólkamyndugleikarnir arbeiða tættari saman við øðrum myndugleikum fyri at tryggja, at børnini fáa betri kor, og eisini skulu teir kanna heilsuna hjá øllum børnunum, serliga teimum undir 10 ár.

7. desember doyði ein 7 ára gomul genta, tá hon fekk fepurkrampar. Hon varð flutt á sjúkrahús, har hon doyði stutt aftaná.

Í gjár, 25. desember, doyði ein 8 ára gamal drongur í New Mexico. Drongurin var forkølaður og hevði fepur og varð fluttur á sjúkrahús. Eftir viðgerð varð hann sendur heim aftur við einari resept til heilivág. Um kvøldið byrjaði hann tó at spýggja, og varð hann aftur fluttur á sjúkrahús, har hann doyði stutt fyri miðnátt.

Seinasta deyðsfallið hevur vakt nógvan ans, og fleiri hava kravt, at myndugleikarnir noydd at broyta mannagongdina, tá tikið verður ímóti flóttafólkum, skrivar DR.

Seinastu tíðina hava nógv flóttafólk leitað sær móti USA úr Miðamerika við vón um at fáa asyl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder