Uttanlands

USA: Almenn starvsfólk skulu koppsetast ella kannast regluliga

Hetta verður væntandi tað, sum amerikanski forsetin fer at boða frá í morgin, tá hann fer at greiða frá næsta stigi í royndini at fáa fleiri at lata seg koppseta

Amerikanski forsetin, Joe Biden fer í morgin at boða frá næsta stigi í royndini at fáa fleiri amerikanarar at lata seg koppseta (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden fer í morgin at boða frá næsta stigi í royndini at fáa fleiri amerikanarar at lata seg koppseta (Mynd: EPA)

2021-07-28 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin fer amerikanski forsetin, Joe Biden at boða frá, at USA fer at gera tað til krav, at øll almenn starvsfólk verða koppsett fyri koronu ella verða kannað regluliga. Tað upplýsir ein kelda fyri amerikanska miðlinum CNN.

Í gjár váttaði Biden eisini, at tey umhugsaðu at seta hetta kravið í verk. Heilsuserfrøðingar hjá amerikansku stjórnini hava samstundis mælt til, at liðugt koppsettir amerikanarar aftur brúka munnbind undir ávísum umstøðum.

Orsøkin til hetta er, at Delta-frábrigdið hevur spreitt seg í USA, og Hvítu Húsini hava upplýst, at forsetin í morgin fer at boða frá "næsta stigi" í royndini at fáa fleiri amerikanarar at lata seg koppseta fyri koronu.

Sambært hagtølum hjá Centers for Disease Control and Prevention (CDC) eru 49,2 prosent av samlaða fólkatalinum í USA liðugt koppsett fyri koronu. 56,9 prosent eru koppsett í minsta lagi eina ferð.

Fleiri koppsetingar og brúk av munnbind í teimum økjum, sum eru harðast rakt av Delta-frábrigdinum, fara at gera tað møguligt at sleppa undan afturlatingum og órógv, eins og tey upplivdu í fjør, sigur Joe Biden sambært Ritzau.

Seinastu tíðina hava tey í USA sæð eina nýggja øking í smittutalinum, og sunnudagin ávaraði ovasta heilsuráðgevin hjá amerikansku stjórnini, Anthony Fauci, um, at tað gekk skeiva vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder