Uttanlands

USA: Almenn starvsfólk skulu brúka munnbind um tey ikki eru koppsett

Herfyri boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá eina røð av nýggjum tiltøkum, sum skulu minka um smittuspjaðingina og fáa fleiri at lata seg koppseta

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-31 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll almenn starvsfólk í USA, sum ikki eru blivin koppsett fyri koronu, skulu brúka munnbind, tá tey møta til arbeiðis. Harumframt skulu tey halda frástøðu og lata seg kanna fyri koronu hvørja viku. Tað sama verður galdandi fyri starvsfólk hjá fyritøkum, sum gera ymiskt arbeiði fyri stjórnina, boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá í víkuni.

Amerikanska stjórnin er størsti arbeiðsgevarin í USA, og fara hesi krøvini at vera galdandi fyri uml. fýra mió. starvsfólk, skrivar Ritzau.

Mælt verður eisini til, at privatar fyritøkur seta líkandi krøv í verk, og Facebook og Google hava longu boðað frá ætlanum um kravda koppseting.

Les eisini: Starvsfólk á skrivstovunum hjá Google og Facebook skulu lata seg koppseta

Amerikanski forsetin mælti eisini til, at øll – eisini tey, sum eru koppsett – brúka munnbind á ávísum støðum, har smittuvandin er stórur.

Eisini verður meira gjørt fyri at fáa børn koppsett. Biden heldur, at ymisku skúlaøkini skulu syrgja fyri, at koppsetingarstøðir verða settar upp í minsta lagi eina ferð um vikuna komandi vikurnar, so fleiri børn, ið eru 12 ár og eldri kunnu verða koppsett.

Í New York City bjóðar nú borgarum 100 dollarar (uml. 625 krónur) til borgarar, um tey lata seg koppseta, og Joe Biden heitir eisini á amerikanskar statir um at seta eitt líknandi tilboð í verk fyri at fáa fleiri at lata seg koppseta.

USA hevur seinastu tíðina upplivað eina nýggja øking í smittutalinum orsakað av Delta-frábrigdinum, og farna vikuskifti ávaraði ovasti heilsufakligi ráðgevin hjá amerikonsku stjórnini, Anthony Fauci um, at tað gongur skeivan vegin við at basa smittuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder