Mentan

Urguleikur í Havnar kirkju

Leygardagin verður matiné í Havnar kirkju við danska urguleikaranu Tinu Christiansen

2018-08-03 10:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin verður matiné í Havnar kirkju við danska urguleikaranu Tinu Christiansen.

Tina Christiansen (f. 1984) hevur útbúgving frá Det Jyske Musikkkonservatorium í Århus hjá professara í urguspæli Ulrik Spang-Hanssen sum lærara. Aftaná kandidat próvtøku helt hon á fram við útbúgving á solistklassanum sama stað og debuteraði summarið 2013 við fleiri konsertum í Danmark. Hon starvast sum urguleikari í Ansgars kirkjuni í Odense.

Tina hevur havt orgulkonsertir nógva staðni í Europa og í Ruslandi. Seinast hevur hon havt solokonsert í Sct. Paul's Cathedral í London og finalekonsertina á London Organ Day í 2017.

Hon hevur luttikið í urguleikara-kappingum bæði í Danmark og aðrastaðni og fleiri ferðir  vunnið virðislønir fyri spæl sítt. Hon hevur fingið nógv ymisk legatir og luttikið í meistara-skeiðum hjá víðagitnum urguleikarum sum til dømis Gillian Weir og Hans Fagius. Tina hevur spælt til fleiri stórar oratoriuframførslur við Aarhus Bach Selskab og CD-innspælingar við Aarhus symfoniorkestri og Randers kamarorkestri. Hon hevur framført urgutónleik av eini mongd af tónaskøldum.

Sum liður í Summartónaskránni við føroyskum tónleiki fer hon næstu vikuna millum annað at frumframføra tónleik eftir føroyska tónaskaldinum Tróndi Bogasyni. Tónleikurin eftir Tróndi er skrivaður yvir fimm ymisk løg hjá Hans Jakob Højgaard: Dagurin aftnar ver okkum hjá, Ungdómsins Harri, Harri mínar troyttu hendur, Sum harðveður, tá ódn ber á og Deyði, hvar er nú broddur tín. Sum ein partur av framførsluni fáa áhoyrarnir saman við forsangarum høvi at syngja nøkur ørindi í tveimum av sálmunum. Orðini standa í skránni og áðrenn konsertin byrjar, verða versini sungin ígjøgnum, so øll kunnu kunna seg um løg og orð. Afturat tónleikinum eftir Tróndi spælir Tina eisini tónleik eftir Glazunov, Grigny, Buxtehude og Janacek og øðrum.

Konsertirnar verða endurtiknar í Fuglafjarðar kirkju týsdagin 7. august og í Christianskirkjuni í Klaksvík mikudagin 8. august.

- Havnar kirkja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder