Mentan

URÐ í Listastovuni leygarkvøldið

Leygarkvøldið 9. august klokkan 20.00 verður høvi at uppliva eina heilt serstaka konsert í Listastovuni í Miðvági, tá nýstovnaði bólkurin URÐ fer á pall

(Mynd: Bruno Mikael Eysturstein)

(Mynd: Bruno Mikael Eysturstein)

2025-08-07 20:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, er ein nýskapandi tónleikabólkur við Jógvani Joensen, Trónda Bogasyni og Andrasi Tykjær Restorff.

Bólkurin tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir og leggur tað inn í ein nútíðarligan og nýskapandi ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder