Innanlands

Úr útlendingastovuni í almannaráðið

Sólvá Dam er sett í starv sum deildarstjóri í Almanna- og bústaðarmálaráðnum

Sólvá Dam (Mynd: Bjarni Árting / amr.fo)

Sólvá Dam (Mynd: Bjarni Árting / amr.fo)

2026-06-19 15:30 Author image
Innsent
placeholder

Almanna- og bústaðamálaráðið hevur sett Sólvá Dam í starv sum deildarstjóri fyri almanna- og bústaðadeildina, sum hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í ráðnum.

Sólvá Dam er 42 ára gomul og er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur harafturat útbúgving sum advokatur.

Sólvá hevur áður starvast sum advokatfulltrúi og advokatur hjá fyritøku í Keypmannahavn. Eftir hetta hevur hon starvast sum specialkonsulentur hjá Forsvarets Personalestyrelse og seinni sum chefkonsulentur og rættargangsfulltrúi hjá Ankestyrelsen.

Síðani 2021 hevur Sólvá verið í starvi á Vinnustovninum sum deildarleiðari fyri Útlendingastovuna.

Sólvá Dam tekur við starvinum seinni í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder