Innanlands

Uni Debess & the Tomcats á mentanarnátt á Tvøroyri

Fara at undirhalda beint eftir felagssangin á Mentanarnáttini á Tvøroyri 29. mai

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-11 13:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uni Debess, saman við the Tomcats, verða millum nøvnini á Mentanarnáttini á Tvøroyri.

Tað eru fáir, ið eins og Uni megna at fáa guitarin at gera júst sum hann vil, samstundis sum vit hoyra hansara eyðkendu, góðu bluesrødd. Uni er kendur sum “blueskongurin” í Føroyum og tað er ikki av ongum. Síðan hann, saman við bólkinum GoGo Blues, sang seg til ein sigur í Prix Føroyar kappingini í 2005, hevur hann sementerað seg á føroyska tónleikapallinum, sum eitt navn, ið ikki er til at koma uttanum.

Uni verður ikki einsamallur á pallinum. Við sær hevur hann tveir aðrar tónleikaúrmælingar – Edvard Nyholm Debess og James Philip Goodwin. Báðir eru at telja millum bestu tónleikarar, ið Føroyar kunnu vísa á – Edvard á kontrabass og James á trummum.

Hesir tríggir megna altíð at fáa fjøldina við, til teirra upplívgandi tónar og hjáveru á pallinum. Teir fara at undirhalda beint eftir felagssangin á Mentanarnáttini í míðbýnum á Tvøroyri 29. mai.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder