Innanlands

Ungur maður bleiv harðligur á ólavsøku

Hann bleiv tikin og svevur rúsin av sær í brummuni. Trý harðskapsmál eru komin burturúr hendingini sum fór fram í nátt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-30 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ólavsøkan er farin framvið, og sum heild hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Men fólk fáa nógv at drekka, og um trý tíðina í nátt kom fráboðan um, at ein maður hevði sligið nøkur fólk í Vágsbotni.

Ungi maðurin sum er fyrst í tjúgunum varð handtikin og svevur rúsin av sær í brummuni. Hann er skuldsettur fyri at hava sligið trý fólk.

Av løgreglustøðini í morgun verður upplýst, at tað verður arbeitt víðari við málinum í dag tá avhoyringar millum annað vera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder