- Hugskotið byrjaði til ungdómsleguna í summar, tá eitt dreingjakamar undirhelt á leguni við sangi og sangframførðslu. Teir sungu bæði væl og hart og í fleiri stemmum. Eftirfylgjandi kom tankin aftur til mín á 17+ leguni, har eg hoyrdi, hvussu tey ungu sungu av hjarta til felagssangin. So til felagsungdómsmøtið á bíbliuskeiðnum var avgjørt, at nú skuldi tað vera.
Hetta sigur Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge við Trúboðan. Tað er hon, sum er stigtakari til nýtt sangkór innan Heimamissiónina.
Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge stjórnar eisini hesum kóri. Hon hevur millum annað havt ábyrgd til vælumtóktu Sangfagnaðirnar í Nesvík. Pápin, Ásbjørn Bertelsen, hevur eisini nógvar royndir á økinum og stjórnaði ólavsøkukórinum fyrr í ár.
Sambært Bjartu hevur tað gingið skjótt at fáa ungar sangarar.
- Eg lýsti við ungdómskórinum til felagsungdómsmøtið á bíbliuskeiðnum, og yvir 50 ung skrivaðu seg á listan. Av tí at tað beinanvegin vóru so nógvir sangarar á listanum, varð ikki gjørt meir við at lýsa fyri kórinum, men øll, ið síðani hava spurt um at syngja við, hava sjálvandi fingið loyvi til tað, sigur kórleiðarin.
Stóra kórið sæst ovast
Nýggja kórið hevur eina stóra uppgávu fyri framman: Tað fer at framføra leygarkvøldið til ungdómsmøti á Stórmøtunum.
Sí eisini: Stórmøti við Tjarnir í oktober
Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini vera fyri fyrstu ferð við Tjarnir. Hetta í døgunum 23. til 25. oktober.
Sambært Trúboðanum vera tríggir føroyskir sangir á skránni, sum tey ungu øll kendu áðrenn. Talan kann gerast um eitt longri projekt
- Í fyrstu atløgu var ætlanin bara at hava ta einu framførðsluna, men eftir fyrstu venjing, var spælt við tankan, um kórið møguliga fer at halda fram, um áhugi er fyri tí.
Til ber at hoyra brellbitar á heimasíðuni hjá Trúboðanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald