Innanlands

Ungdómar gera herverk á fótbóltsvøllin við Djúpumýru

Klaksvíkar kommuna hevur læst økið av, men tað tykist ikki at hjálpa

2018-08-13 08:16 Author image
Oda Strøm
placeholder

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at um vikuskiftið hava ungdómar aftur nú gjørt herverk á fótbóltsvøllin við Djúpumýru í Klaksvík.  

- Tey ungu brúka stadion sum tilhaldsstað, hóast økið er læst av, og nú er so eitt mál komið inn um vikuskiftið um, at herverk er gjørt á stólarnar. 

Vakthavandi sigur, at tvær ferðir áður í seinastuni hava líknandi mál verið. Kommunan hevur roynt at loysa trupulleikan við at hegna økið inni, men tað sær tó ikki út til at hjálpa. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder