Í ár setur barnafestivalurin Frítt Flog sjóneykuna á fólkaræði. Skráin bjóðar børnum at gera venjingar í at siga sína áskoðan, tekna valplakatir, ganga kravgongu, lurta eftir hvørjum øðrum og fara inn í atkvøðuklivarnar at seta sín kross. Í stuttum læra tey um fólkaræði og eru partur av einum felagsskapi, har allar atkvøður telja við.
Sunnudagin endar festivalurin við einari stórari demokratikonsert, sum fagnar felagsskapi og virðing fyri hvørjum øðrum.
Á pallinum verða føroysk børn, m.a. tvey væl kend andlit, nevniliga Sophilia og Bjarki, sum fara at fylla salin við orku, nærveru og felags sanggleði.
Konsertin verður hildin í samstarvi millum Norðurlandahúsið og Amnesty International Føroyar.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald