Innanlands

Ungar føroyskar kvinnur selja sín kropp

Tað eru dømir um, at kvinnur selja seg fyri pengar ella rúsevni, sigur Magni Højgaard, leiðari í Almannaverkinum

2020-06-11 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg veit um dømi har ein kvinna ella genta í hesum førum selir seg og fær pengar afturfyri frá einum fremmandum manni, og brúkar tað uppá stoffir. So eru tað onnur sløg, har ein gentur geva sín kropp fyri at fáa ein rús afturfyri.

Tað sigur Magni Højgaard, leiðari fyri tilboðið undir Almannaverkinum við heitinum “Megna títt lív”, við Dag og viku.

Megna títt lív varð sett á fyri einum lítlum ári síðani, og leiðarin kann staðfesta, at ein vaksandi trupullleiki í kriminella og rúsevnisumhvørvinum er, at ungar kvinnur selja seg fyri pengar ella rúsevni.

Meira verður at frætta í Degi og viku í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder