Innanlands

Unga Tjóðveldi nýggja landsnevnd

Brandur Kallsberg og Róaldur Allanson Dalsgarð eru nýggir í nevndini

Nevndin í Unga Tjóðveldi (Mynd: Unga Tjóðveldi)

Nevndin í Unga Tjóðveldi (Mynd: Unga Tjóðveldi)

2021-03-25 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Farna vikuskiftið, skipaði Unga Tjóðveldið fyri landsfundi, har uppmøtingin sambært felagnum var góð.

Eftir fundin er greitt, at Rókur Heup Olsen heldur fram sum formaður, og at tvey nýggj andlit eru at síggja í landsnevndini, ið nú telur níggju fólk og sær soleiðis út: 

Rókur Herup Olsen, formaður
Bjørk Sørensen, næstforkvinna
Brandur Kallsberg, kassameistari,
Gunnvør Hoydal Brimnes, skrivari
Benjamin Thomassen, nevndarlimur
Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, nevndarlimur
Hildur Háfoss, nevndarlimur
Róaldur Allansson Dalsgarð, nevndarlimur

Tað eru Brandur Kallsberg og Róaldur Allanson Dalsgarð, ið eru nýggir í nevndini

- Vit vita, at framtíðin er fræls, sjálvbjargin, samhaldsføst og grøn – men hetta kemur ikki av sær sjálvum! Tí gleða vit okkum at fara til verka og vit koyra sterkt á fyri loysing og loysingarsinnaðan ungdóm!

Hetta skrivar Unga Tjóðveldi í tíðindaskrivi, har felagið eisini takkar fráfarandi nevndarlimum, fyri teirra íkast. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder