
Á heimasíðu sínari skrivar Eysturkommuna, at ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 27. juni til 8. juli.
Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður hvønn morgun klokkan 8:00 í kommunufjósinum í Syðrugøtu, og uppgávan er at fríðka um umhvørvið í kommununi; tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.
Freistin at melda seg er um eina viku, mikudagin 22.juni. Til ber at gera tað á eysturkommuna.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald