Um áleið tvær vikur er Undurfagri Mai aftur á skránni í Vága kommunu, og skráin er nú klár, boðar kommunan frá.
– Enn einaferð liggur ein fjølbroyttur og innihaldsríkur mai mánaður fyri framman við upplivingum í allari kommununi.
– Undurfagri mai er eftirhondini vorði eitt fast og væl rótfest trivnaðarátak, sum ár undan ári skapar lív og rørslu í bygdunum. Skráin í ár fevnir bæði um tað, vit kenna og gleða okkum til, og tað nýggja, sum flytir okkum eitt sindur víðari, fær okkum at hugsa og undrast, skrivar kommunan.
Skráin fevnir breitt. Aftur í ár verða væl umtókt tiltøk á skránni, so sum sólarheilsan, sólseturskaffi, smákyktatúrur og ein røð av konsertum.
Samstundis verða nýggj átøk roynd, eitt nú felags velting bæði norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági.
– Undurfagri Mai er eitt gott dømi um, hvat vit fáa burturúr, tá vit lyfta í felag. Tað er breiða samstarvið og viljin at skapa nakað saman, sum ger hetta til nakað serligt – og tað sæst aftur í skránni, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald