Innanlands

Undrast yvir hvar uppskotið kemur frá

Uppskotið um at landsstýrismaðurin kann áseta nær skeinkistøð skulu lata aftur, tykist at hava sera lítla undirtøku. Meginparturin av samgonguni tekur ikki undir við tí

(Savnsmynd: Marjun A. Simonsen)

(Savnsmynd: Marjun A. Simonsen)

2020-06-12 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað tykist at vera sera lítil undirtøka fyri uppskotinum at landsstýrismaðurin kann tvinga skeinkistøð at lata aftur eitt ávíst tíðspunkt.

Samgongutinglimir spyrja hvar uppskotið kemur frá, og Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur heitt á landsstýrismannin um at taka uppskotið aftur.

- Hetta málið er deyðadømt, og eg fari at heita á landsstýrismannin um at taka hetta uppskotið aftur, segði Johan Dahl fyri Sambandsflokkin.

- Í Klaksvík savnast túsund fólk til ein fótbóltsdyst, men vit kunnu ikki hava 50 fólk á einum dansistaði. Tað gevur ikki meining. Eg veit, at hesi fólkini eru ávirkaði, men eg dugi ikki at síggja, at tað ger tann stóra munin í hesum førum, segði Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum.

Hann mældi til at landsstýrið setur seg í samband við náttarlívið á annan hátt, og finnur útav, hvussu vit í felag kunnu syrgja fyri at smittuvandin er so lágur sum gjørligt.

Í andstøðuni eru tey heldur ikki fyri uppskotinum um at tvinga skeinkistøð og matur um at lata aftur, og undrast yvir hvar tað kemur frá.

- Hví eru tit komin niðan í tingið við hesum her, tá sjálvt ikki tykkara egnu taka undir við hesum. Eg vildi hildið, at tað var avgreitt millum landsstýrið og samgonguna tá uppskot komu niðan hendan vegin. So tað fær meg at undrast, hvør tað er sum er komin við hesum uppskotinum, segði Beinta Løwe úr Tjóðveldi.

Fylg viðgerðini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder