Í farnu viku høvdu næmingarnir í 1. – 7. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík undranardagar. Skúlin leggur dent á at fáa næmingarnar at undrast og spyrja, fyri síðani at søkja sær svar uppá undranina og spurningarnar. Evnið hesaferð var: Havið, náttúran og plast.
Ein partur av hesum døgunum var at finna rusk, sum síðani skuldi nýtast til at gera ein stóran hval. Í hesum sambandi funnu næmingarnir ein kips-pakka, har innihaldið helt sær til 23. juli 1993. Men hóast fleiri enn 26 ár er gingin, síðani kipsið ikki helt sær meira, er pakkin nærum óbroyttur. Hetta undraðust næmingarnir á.
![]()
Eftir hesar dagarnar fingu næmingarnir eina ítøkiliga fatan av, hvussu leingi sumt burturkast dálkar náttúruna. Eisini høvdu tey nógv hugskot til, hvussu vit hvør í sínum lagi kunnu avmarka dálkingina. Dagarnir eydnaðust sera væl, verður sagt á Skúlatrøð.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald