Innanlands

Undir 8.000 ferðafólk um flogvøllin í Vágum í januar

Talan er um eina minking á 66,5 prosent í mun til januar í 2020

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-03 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum var nógv lægri í 2020 enn undafarin ár orsakað av koronastøðuni.

Lága talið heldur fram, nú vit eru komin inn í 2021. Tølini fyri januar eru gjørd upp, og tey vísa eina afturgongd á 66,5 prosent í mun til januar í fjør, har flogferðslan koyrdi sum vant.

Tá var ferðafólkatalið 23.111 - í farna mánaði var tað 7.732 fólk

Hetta er størsta afturgongdin síðani í juni í fjør. Tá var afturgongdin 76 prosent í mun til sama mánaða árið fyri, skrivar Kringvarpið.

 

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder