
Senatsvalið í amerikanska statinum Georgia gjørdist so javnt, at tað helst verður neyðugt við nýggjum vali í desember mánaði. Tað boða amerikansku tíðindamiðlarnir CNN og NBC frá í gjár.
Harvið kann tað henda, at amerikanarar mugu bíða í fleiri vikur áðrenn tað verður greitt, hvør gjørdist vinnari av senatsvalinum.
Valið gjørdist ógvuliga javnt, og fyri at republikanararnir kunnu rópa seg vinnarar, skulu teir vinna í tveimum av trimum sonevndum svingstatum. Georgia er ein teirra.
Republikanarin Herschel Walker, sum Donald Trump stuðlar, hevur verið ein av umstríddu valevnunum hesaferð. Hann stillaði upp móti sitandi demokratinum, Raphael Warnock.
Hvørkin teirra kom upp um 50 prosent, eftirsum eitt triðja valevni, Chase Oliver, fór avstað við einum parti av atkvøðunum. Warnock fekk flestar atkvøður, men náddi ikki 50 prosent, og tí verður umval millum hann og Walker.
Georgia er ein at teimum týdningarmiklu svingstatunum. Demokratarnir sita á sessinum í dag.
Í tveimum øðrum svingstatum, Nevada og Arizona, er heldur ongin vinnari funnin, men republikanararnir liggja á odda í Nevada. Vinna teir í Nevada, men tapa í Arizona, so mugu teir seta alla orku í at vinna umvalið í Georgia, skrivar NRK.
Í 2020 var tað eisini valið í Georgia, sum var avgerandi fyri, um demokratarnir fingu valdið í kongressini.
Tá vóru tað Warnock, og fyrrverandi journalisturin Don Ossoff, sum óvæntað vunnu báðar senatssessirnar til demokratarnar.
Undan valinum var mest spenningur í teimum statunum, har Joe Biden, forseti, meganaði at vinna á Donald Trump í 2020: Arizona, Georgia, Michigan, Pennsylvania og Wiskonsin.
Eisini varð bíðað í spenningi eftir úrslitinum í Nevada og Ohio.
Av hesum statunum er tað bert í Ohio og Pennsylvania, at valið er avgjørt. (Í Michigan var ikki val hesaferð).
Í gjár helt Donald Trump, fyrrverandi forseti, eina røðu í heimi sínum Mar-a-Lago. Hóast úrslitið hjá republikanunum ikki gjørdist so gott sum væntað, so fegnaðist Trump. Eitt nú um, at guvernørurin í Florida, republikanarin Ron De Santis varð afturvaldur við stórum meiriluta. DeSantis verður nevndur sum ein, ið kann geva Trump mótstøðu, tá republikanararnir skulu velja valevni til komandi forsetaval.
Eisini mótstøðumaðurin hjá Trump til valið í 2016, Marco Rubio, hevur klárað seg val. Hann varð valdur í senatið við einum sigri á 16 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald