Mentan

Umhvørvisvikan byrjar leygardagin

Høvuðsevnið í umhvørviskuni í ár, sum verður frá 30. apríl til 7. mai, er matoyðsl

Plantið eitt træ verður aftur á skránni í Umhvørvisvikuni í ár (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Plantið eitt træ verður aftur á skránni í Umhvørvisvikuni í ár (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-04-28 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 30. apríl byrjar umhvørvisvikan í Tórshavnar kommunu.

Høvuðsevnið í ár er matoyðsl, og nógv er á skránni. Millum annað ber til at uppliva staðbundnan matmarknað, gongutúr innangarðs á Velbastað, útferð út í Hest, fyrilestrar, íverksetarakafé, og umhvørvisveiðu.

Umhvørvisvikan er frá leygardag 30. apríl til leygardag 7. mai.

Øll skráin fyri umhvørvisvikuna sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder