placeholder
Uttanlands

Umfatandi telduálop á Týskland

Teldusníkar hava fingið fatur á viðkvom skjøl hjá flokkum, politikarum, journalistum og øðrum almennum persónum

Eisini samveldiskanslarin er rakt á teldusníkaálopinum (Mynd: EPA)

Eisini samveldiskanslarin er rakt á teldusníkaálopinum (Mynd: EPA)

2019-01-04 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teldusníkar hava seinastu tíðina fingið fatur á persónligum upplýsingum hjá fleiri hundrað politikarum, journalistum og almennum persónum í Týsklandi.

Tað var ikki fyrr enn í gjárkvøldið, at tíðindini bórust í public service miðlinum RBB. Síðan hava fleiri týskir miðlar kannað málið, sum blaðið Bild nú kallar ”størsta dátulekan í søgu Týsklands”.

Løgreglan í Týsklandi hevur váttað álopið, sum nú verður kannað av serliga stovninum fyri verju av netinum, NCAZ, skrivar Danmarks Radio.

Bild skrivar, at týska stjórnin tryggjaði, at innanhýsis netverk ikki vórðu rakt. Men øll stjórnin – eisini Angela Merkel, samveldiskanslari – er rakt av álopinum frá teldusníkum. Til dømis er møguligt at finna privatar teldupostadressur, telefonnummur og heimabústaðir hjá stjórnarlimum.

Enn er óvist hvør stendur aftan fyri álopið og almannakunngerðingini av skjølunum, har tað ber til at síggja alt frá innanhýsis floksskjølum, kredittkortupplýsingar og myndir frá privatum ferðum.

Leinkið til skjølini eru spjadd umvegis eina kontu á Twitter síðan síðsta summar.

Menn ikki fyrr enn í desember mánaða í fjør, fingu myndugleikarnir áhuga fyri kontuni, tá lekarnir vórðu givnir út sum eitt slag av einum jólakalendara.

Enn er óvist hvussu stóran týdning innihaldið í dokumentunum hevur. Summir týskir miðlar skriva, at einki system eru í skjølunum, ið eru almannakunngjørd, meðan aðrir miðlar skriva, at sníkarnir mugu hava brúkt fleiri mánaðir til at innsavna og skipa skjølini.

Álopið, sum eftir øllum at døma er gjørt við ritbúnaðinum Outlook, hevur rakt allar flokkar í týska ríkisdegnum – høgratjóðakaparsinnaði Alternative für Deutschland tó undantikin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder