2025-08-25 11:51

Springararnir, sum vórðu sæddir fyrrapartin, vórðu hildnir til á Skálafjørðinum, og drápið gekk skjótt og væl, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður við Portalin.
– Drápið gekk øgiliga væl. Tað tók millum tríggjar og fýra minuttir, sigur hann.
Springararnir vóru umleið 50 í tali, og teir verða býttir millum tey, sum hava luttikið í drápinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald