Innanlands

Um 200 sjúklingar í serligum vandabólkum eru nú koppsettir

Koppsetingin hjá Sjúkrahúsverkinum varð tikin upp aftur í gjár, tá 82 fólk á Suðuroyar sjúkrahúsi vórðu koppsett

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-02-05 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð koronukoppsetingin hjá Sjúkrahúsverkinum tikin upp aftur.

82 fólk á Suðuroyar sjúkrahúsi - talan var um heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum - vórðu koppsett.

Nú eru umleiði 200 sjúklingar í serligum vandabólkum koppsettir, boðar Sjúkrahúsverkið frá.

Í dag verður hildið fram við koppsetingini á teimum trimum sjúkrahúsunum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder